Ukrainskar bøkur
Ukrainskar bøkur

Býarbókasavnið bjóðar ukrainskum flóttafólkum á gátt

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Hanne Magnussen
06.07.22
Hósdagin 7. juli verður bókasavnskunning fyri ukrainar frá kl.14 til 15

Starvsfólk fara at hava rundvísing og fara at kunna um tær tænastur, sum bókasavnið veitir. Kunningin fer fram á enskum, men ukrainskur tulkur verður til staðar, so tey, sum ikki skilja enskt, eisini kunnu fáa alt við. Samstundis verður hetta eisini ein hugnalig løta, og børnini fáa søgu á ukrainskum.

Barnabókasavnið hevur keypt eitt lítið savn av ukrainskum bókum til smærri og størri børn. Bókasavnið kann eisini veita atgongd til ukrainskar ljóðbøkur og ebøkur bæði til børn, ung og vaksin inni á eReolen.dk

Men bókasavnið er so nógv meira enn bøkur. Har ber eisini til at læna filmar, leikur og borðspøl. Eisini kunnu foreldur og onnur avvarðandi saman við smábørnum vitja spælistovuna og njóta samveruna saman við øðrum vaksnum og børnum við spæli, hugna og práti.

Ikki minst, so eru øll altíð vælkomin inn á bókasavnið - uttan at læna nakað – fyri at hugdýpa seg í onkrum ella bara hugna sær á bókasavninum.

Frámerki