Borðspøl
Borðspøl

Kom og spæl borðspøl týskvøld og hóskvøld

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Hanne Magnussen
23.06.20
Veitst tú heldur ikki, hvat tú skalt gera í summar!?

Í juli fer áhugafelagsskapurin Tabletop Føroyar í samstarvi við Býarbókasavnið at skipa fyri borðspælskvøldum týskvøld og hóskvøld kl. 18-21.

Hetta er eitt ókeypis tiltak, so tú hevur onga umbering fyri ikki at støkka inn á gólvið!

Tiltakið verður skipað soleiðis, at tú bæði kanst møta upp og luttaka í teimum spølum, ið tiltakið veitir, ella tú sjálv/ur tekur spøl við, sum tú vilt spæla.
Afturat hesum fer Býarbókasavnið at leggja fram fleiri spennandi bøkur og borðspøl, sum kunnu lænast á Býarbókasavninum.

Vit hava ráðført okkum við myndugleikarnar um, hvussu vit best kunnu verja okkum móti møguligari smittu. Tilmælini verða lýst nærri í tiltakinum.

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at spyrja!

Vit gleða okkum at síggja teg!

 

Frámerki