Sára Mrdalo, bindiskeið
Sára Mrdalo, bindiskeið

Bindiskeið 7 - fullteknað 15. feb.

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
16.01.23
Tað er fullteknað 15. feb., men vit arbeiða uppá at gera eitt aftrat. Vælkomin á bíðilista.

Sára Mrdalo frá Navia kemur aftur at hava bindiskeið á Býarbókasavninum mikukvøldið 15. februar frá kl 19 til 21.30.

Eftir trý sera væl umtókt bindiskeið í februar og apríl fjør, hava vit bjóðað Sáru Mrdalo frá Navia á vitjan aftur.

Í fleiri ár hevur Sára hildið bindiskeið kring landið, og hava luttakararnir altíð latið sera væl at. Sára hevur framleitt og endurnýggja skeiðið fleiri ferðir, og er hetta sjeyndu ferð at hon ger nýtt innihald. Hesuferð skulu luttakararnir læra at binda ymisk struktur- og holmynstur.

Til skeiðið skulu luttakarar sjálvir hava hetta við:

  • Ermastokkar uml. nr. 4
  • Hóskandi tógv, minst tveir ymiskar litir
  • Saks
  • Penn ella blýant

Skeiðið er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Tú kanst boða frá luttøku í avgreiðsluni við at koma inn á gólvið, ringja 302030 ella senda teldupost til bbs@bbs.fo
(GG: Ongin tilmelding er á Facebook). Luttakararnir fáa eisini eina bindibók og uppskriftir frá Navia.

Tá 35 luttakarar hava meldað til, er skeiðið fullteknað.

Frámerki
Tilfar