Annfríð nýggj í starvi
Annfríð nýggj í starvi

Annfríð nýggj á bókasavninum

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
14.04.23
Vit ynskja Annfríð eitt seinkað, men tó hjartaligt vælkomið á Býarbókasavnið.

Vælkomin Annfríð

Tú hevur kanska lagt til merkis eitt nýtt andlit á bókasavninum. Vit eru so fegin um at hava fingið Annfríð Poulsdóttir Jørgensen við í okkara starvsfólkahóp, at vit púra hava gloymt at presentera hana.

Annfríð er útbúgvin cand.scient.bibl. frá universitetinum í Keypmannahavn og byrjaði her í november 2022. Áðrenn Annfríð kom til okkara, arbeiddi hon á Landsbókasavninum og í privata vinnulívinum í nøkur ár, men nú hevði hon hug at royna okkurt nýtt.

Tú hittir ofta Annfríð á vakt á vaksna- ella barnabókasavninum, har hon altíð er til reiðar at hjálpa og vegleiða. Handan leiktjøldini kenna vit hana sum ein dugnaligan starvsfelaga við serligum kunnleika til talgilding, bókasavnskipanir og skrásetingararbeiði.

Vit ynskja Annfríð eitt seinkað, men tó hjartaligt vælkomið á Býarbókasavnið.

Frámerki