Stuttfilmar til tey yngstu
Stuttfilmar til tey yngstu

400 barnafilmar til tey yngstu

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
23.03.22
Nýtt tilboð frá Býarbókasavninum

Nú kann Býarbókasavnið bjóða ókeypis atgongd til næstan 400 ymiskar dygdargóðar stuttfilmar til tey yngstu. Vit hava í nøkur ár havt avtalu við Filmstriben.dk, har lánarar hjá bókasavninum hava fingið ókeypis atgongd til hópin av góðum filmum til allar aldursbólkar. Fyrsta desember 2021 legðist ein tænasta aftur at hesum haldinum. Børnebiffen.dk boðar frá, at øll, sum hava atgongd til Filmstriben, nú eisini hava ókeypis atgongd til teirra filmsportal við filmum serliga til tey yngstu børnini.

Stórt úrval – trygt og lætt at brúka

Á Børnebiffen.dk eru næstan 400 stuttfilmar. Filmarnir her eru allir góðskufilmar við hugtakandi myndum og søgum, sum kunnu geva teimum smæstu íblástur og stimbra teirra hugflog. Foreldur kunnu trygt lata børnini sjálvi klikkja runt á síðuni, ella velja at brúka tíð saman í hesum ævintýrliga heimi. Allir filmirnir eru útvaldir við tí í huga, at teir eru í eygnahædd við børnini og hóskandi til smábørn. Filmarnir hava ofta eina áhugaverda, undranarverda ella óvæntaða vending, sum gevur børnum okkurt at hugsa um ella at tosa við síni nærmastu um. Tað er ongin avmarking, hvussu nógvar filmar ein kann síggja. Her slepst eisini undan órógvandi lýsingum í ella ímillum filmarnar.

Filmarnir eru á høgum listarligum støði og eru m.a. úr Danmark, Týsklandi, Svøríki, Slovakia, Fraklandi, Spania, Australia og Suðurkorea. Tað er Det Danske Filminstitut, sum í gjøgnum fleiri ár hevur savnað hesar filmarnar, og bjóðar nú hetta tilboðið fram saman við DBC Digital.

Býarbókasavnið vónar, at okkara lánarar taka væl ímóti hesum tilboði.
Lýsingarfilmur um børnebiffen HER.

 

Frámerki