sorg

Lívsins stóru spurningar fyri børn

Bøkur
Rithøvundur: Hanne Magnussen
12.02.19
Bókasavnið hevur bøkurnar um hjúnaskilnað, sjúku og deyða

Børn kunnu koma í nógvar ymiskar støður, sum tað kann vera trupult at tosa um. Tey heilt stóru evnini eru hjúnaskilnaður, sjúka og deyði. Børnini uppliva sorg, dapurskygni og kanska ráðaloysi, tí foreldrini eisini eru kedd. Foreldrini hava eina stóru uppgávu í at svara spurningum og vísa, at tey eru har fyri børnini. Børnini hava brúk fyri at tosa um tað, sum er farið fram, og tey skulu læra at seta orð á nýggju kenslurnar.
Í barnagarðinum, í skúlanum og heima spæla børnini seg ofta gjøgnum upplivingar og verða trygg og skilja lívið betur. Men tað finnast støður, sum eru so ókendar og hóttandi, at børn ikki fáa spælt seg ígjøgnum tær. Tíbetur er tað ikki ofta, at børn uppliva álvarsliga sjúku, hjúnaskilnað ella deyða, men tá ið tað hendir, mugu vit sum vaksin vera til reiðar at stuðla, so barnið kemur væl ígjøgnum sorgina.

Her koma bøkurnar væl við. Bøkurnar kunnu hjálpa barninum at skilja, at tað ikki er einsamalt, men at onnur hava verið í somu støðu.

Bókasavnið hevur bøkurnar.
Vit hava ognað eina hill á barnabókasavninum til tey truplu evnini. Her eru nøkur dømi uppá, hvat finst á foreldrahilluni. Spyr barnabókavørðin, so vísir hann tær, hvar bøkurnar standa!

Tilfar
Bílegg
  • Billedbog

Min storesøster er syg : en samtalebog til raske søskende og deres familier

Rithøvundur: Helene Stubben Brun, Anja Gram (2014)
Les meira
Laura Kathrine Apol: Tá mamma verður ør
Bílegg
  • Bog

Tá mamma verður ør (Færøsk)

Rithøvundur: Laura Kathrine Apol (2018)
Les meira
Bílegg
  • Billedbog

Jon har et sort hul i sit røde hjerte

Rithøvundur: Grethe Rottböll, Emma Virke (2015)
Les meira
Bílegg
  • Billedbog

Troldegrene

Rithøvundur: Camilla Wandahl, Anna Margrethe Kjærgaard (2017)
Les meira
Bílegg
  • Billedbog

Alkofanten i rummet

Rithøvundur: Ditte Steensballe, Kirsten Gjerding (2018)
Les meira
Bílegg
  • Billedbog

Hemmeligheder

Rithøvundur: Lisbeth Zornig Andersen (f. 1968), Freja Emilie Palsgaard Andersen, Bolette Thygesen (2017)
Les meira
Bílegg
  • Billedbog

Alle mine striber : en historie for børn med autisme

Rithøvundur: Shaina Rudolph, Danielle Royer, Jennifer Zivoin (2017)
Les meira
Bílegg
  • Bog

Snak om det - med alle børn : en bog om angst, depression, stress og traumer

Rithøvundur: Karen Glistrup (2016)
Les meira