Læsekompasset

Ein nýggjur háttur at finna næstu góðu bókina

Bøkur
Rithøvundur: Kristina Petersen
19.09.19
Onkuntíð hevur tú hug at lesa eina bók, men veitst ikki, hvørja tú skalt velja, og úrvalið av føgrum bókmentum á bókasavninum, í bókahandlinum og á heimasíðunum er alt ov stórt. Men nýggja bókasavnsamboðið Lesikumpassin kann vísa tær veg, so tú lættliga finnur næstu góðu bókina.

Donsku bókasøvnini mentu Lesikumpassina, tí at tørvur var á einum amboði at hjálpa brúkarunum at finna bøkur út frá áhuga og huglagi hjá lesaranum. Tí mentu tey eitt mál fyri lesiupplivingar. Tað merkir, at Lesikumpassin hjálpir tær at finna bøkur ikki einans út frá rithøvundi og evni, men eisini út frá longd, ferð, huglagi og skrivistíli. Tí allir lesarar eru serstakir og seta ymisk krøv til, hvat ein góð lesiuppliving er.

Tær nýtist ikki at rita inn fyri at nýta Lesikumpassina, men um tú vilt bíleggja bøkurnar, kanst tú rita inn við tínum vanliga bókasavnsbrúkara.

Við Lesikumpassini finnur tú allar fagrar bókmentir á donskum til vaksin, bæði pappírsbøkur og talgildar.

Tú kanst eisini stovna listar við yndisbókum, lisnum bókum og bókum, sum tú ætlar tær at lesa. Og tú kanst deila listarnar við aðrar brúkarar og facebookvinir.

Royn Lesikumpassina her