Lesiringar 2019
Lesiringar 2019

Lesiringarnir byrja aftur

Bøkur
Rithøvundur: Kristina Petersen
06.09.19
Nú byrja lesiringarnir aftur - stovnandi fundur verður mánakvøldið 28. oktober kl. 19

Dámar tær væl at lesa, og manglar tær onkran at tosa við um tað, tú lesur?

Á Býarbókasavninum verður skipað fyri lesiringakvøldum, har fólk hava høvi at hittast eina ferð um mánaðin fyri at tosa um eina ávísa bók, sum øll hava lisið.

Tað er ókeypis at luttaka í lesiringi. Bókasavnið leggur høli til og kann hjálpa við at útvega bøkurnar, ið lisnar verða.

Roynd sum óroynd - øll eru vælkomin til stovnandi fundin á Býarbókasavninum mánakvøldið 28. oktober kl. 19.

Frámerki
Tilfar