Ferðast út í heim - í sofuni
Ferðast út í heim - í sofuni

Bókavørðirnir viðmæla bøkur

Bøkur
Rithøvundur: Kristina Petersen
26.05.20
Við eini bók í hondini ber til at ferðast út í heim ... í sofuni!

Bókavørðirnir á Býarbókasavninum viðmæla bøkur, sum ganga fyri seg úti í heimi. Allar bøkurnar kunnu lænast frá Býarbókasavninum, og nakrar teirra kunnu eisini lænast sum ljóðbøkur og/ella e-bøkur.

KOREA og JAPAN
Í einum lítlum býi við eysturkinesiska havið býr Sunja saman við mammuni. Sunja verður forelskað í einum ríkum, giftum manni, sum hevur samband við kriminellu undirverðina, og endin er, at hon verður við barn. Hetta er stór skomm, og tá ein kristin prestur, sum er á ferð, bjóðar sær at giftast við Sunju og taka hana við til Japan, tekur hon av. Hóast japanar halda lítið um tey fremmandu, klára tey seg við nógvum arbeiði og hørðum stríði.

Bókin gevur innlit í koreanska og japanska mentan, og hvussu tað er at liva forfjónað í fremmandum landi. / Randi

Min Jin Lee: Pachinko (2018). 598 síður.

EGYPTALAND
Ein dagin rýmir tanáringurin  Ruby frá familju síni í London. Einasta staðið, hon veit at fara, er til ommu sína í Kairo í Egyptalandi. Trupulleikin er, at hon ikki kennir ommu sína, tær hava ikki hitst, síðan omman var og vitjaði í Onglandi fyri nógvum árum síðani.

At koma til Kairo og ikki minst inn í býarhúsini hjá ommuni er sum at koma til eina aðra tíð í einum øðrum heimi. Tað vísir seg, at omman býr í einum gomlum arabiskum húsum við slitnum tænastufólkum, eini villiniborg av rúmum og einum vøkrum sólgarði í miðjuni. Í sólgarðinum situr omman Iris, men í veruleikanum er hon ikki heilt til staðar, og hon er ørkymlað av at fáa vitjan av Ruby, sum hon ikki hevur sæð, síðan Ruby var smágenta.

Hetta er ein kærleikssøga í nógvum fláum. Um kærleikan til eitt land og eina mentan, um romantiskan kærleika og um kærleikan millum ættarliðini, sum viðhvørt er tann truplasti. /Kristina

Rosie Thomas: Iris og Ruby (2008). 460 síður.

GRØNLAND
Anette er ljósmóðir og hevur í nógv ár arbeitt á eini av størstu føðideildunum í Danmark. Hon hevur leingi kent, at hon hevur mist gleðina við at fara til arbeiðis, og hon skilir at enda, at hon er útbrend.

Í eini roynd at finna arbeiðsgleðina aftur fer hon til Grønlands í 3 mánaðir. Børnini eru vaksin og flutt heimanífrá, so tað er nú, um dreymurin at uppliva Grønland, skal ganga út. Hon verður so bergtikin av landi og fólki, serstakliga barnakonunum og teirra áskoðan til barnsburð, lívið og deyðan, at hon velur at koma aftur og aftur tey næstu árini.

Ein sterk, persónlig frásøgn um at arbeiða og liva í Grønlandi. / Hanne
Anette Øgendal: Pilluarit – tillykke (2017). 322 síður.

HOLLAND, RUSSLAND og onnur lond
Ein kaleidoskopisk skaldsøga við nógvum ymsum sløgum av tekstum og søgum um at vera ferðandi, bæði út í heim, inn í kroppin og fram móti nýggjari vitan og innliti. Í bókin finnast ritroyndir, søgur, søgulig brøv, tekningar, sum alt flættast saman til eitt netverk av søgum. M.a. um vísindalig frambrot innan anatomiina í 1600-talinum í Hollandi, um ferjuskiparan, sum bara stevnur út á hav við ferju síni ella um eina troytta mammu, sum ferðast við metroini í Moskva.

Ein sera hugbindandi og øðrvísi bók, sum er snilt og hugtakandi skrúvað saman. Skilji væl, at Olga Tokarczuk fekk bókmentaheiðursløn Nobels í fjør. / Vónbjørt

Olga Tokarczuk: Rejsende (2016). 398 síður.

CANADA, ALASKA og NORÐURLOND
Elizabeth Taylor (1856-1932) vaks upp í St. Paul, Minnesota. Hon var ein teirra, sum varð lýst við heitinum “The Victorian Lady Travelers”, kvinnur, sum seinast í 19. øld ferðaðust einsamallar til fjarskotin lond, nakað, sum kravdi dirvi, tí mátin at ferðast var ikki altíð so lættur.

Elizabeth ferðaðist fyrst í Canada og Alaska, síðan kom hon til Europa, ferðaðist nógv í Noregi, Íslandi, Skotlandi, men ikki minst í Føroyum. Árini 1895-1919 var hon her í styttri og longri tíðarskeið, og orsakað av 1. heimsbardaga varð hon noydd at vera í Føroyum árini 1914-19. Hon skrivaði ferðabrøv úr øllum teimum londum, hon vitjaði, og serliga áhugavert er at lesa um hennara upplivingar í Føroyum.

Í løtuni er ikki møguligt hjá okkum at ferðast so langt, men um vit kundu, so hevði tað verið so nógv meira ómakaleyst enn hjá Elizabeth Taylor. Sanniliga ein djørv kvinna. / Johanna Cathrina

Elizabeth Taylor: The Far Islands and other cold places. Travel essays of a Victorian lady (1997). 305 síður.

TÝSKLAND, FRAKLAND, TJEKKIA, ITALIA, ÍSLAND, USA og fleiri onnur lond
Søgurnar í hesum stuttsøgusavninum fara fram í Týsklandi, Fraklandi, Tjekkia, Italia, Íslandi, USA og í fleiri øðrum londum. Allir høvuðspersónarnir eru týskar kvinnur, sum antin eru á ferð - ella minnast aftur á ferðir tær hava verið á.

Søgurnar snúgva seg ikki so nógv um tað, sum verður sagt og gjørt, men meira um kenslurnar millum menniskju. Stórar kenslur, sum fylla alt í løtuni, og smáar kenslur, sum flúgva – so lættar sum fjarðar – millum menniskju, fyri síðani at fjarða burtur aftur. Kenslur millum vinkonur, millum konu og mann, millum foreldur og børn – og millum høvuðspersónarnar og tilvildarligar persónar, sum tær hitta á sínum ferðum.

Kvinnurnar eru ikki bara fysiskt á ferð, men eisini á eini lívsferð. Fleiri teirra eru eitt sindur rótleysar og í tilvildarligum parløgum. Tær eru ivasamar um hví tær eru staddar har tær eru - og hvar teirra ferð fer at føra tær til. Og hvat hevur nakran týdning.

Fyri meg var tað eitt njótilsi at lesa bókina. Ongar stórar og dramatiskar hendingar, men darrandi løtur millum menniskju, sum – hóast einki verður sagt – kunnu fáa stóran týdning fyri lívsleiðina. / Vígdis

Judith Hermann: Spøgelser, overalt (2003). 191 síður.

KUBA
Søgan byrjar við, at í 1939 liggur stóra skipið S.S. Sant Luis uttanfyri Havanna á Kuba. Umborð eru 900 jødar, sum flýggja undan ræðuleikunum í Evropa. Felags fyri tey øll er, at tey hava goldið nógv fyri at sleppa við skipinum, men nú vilja myndugleikarnir á Kuba ikki loyva teimum í land.

Á bryggjuni standa drongurin Daniel Kaminsky og pápabeiggi hansara og bíða eftir, at pápin, mamman og lítlasystirin hjá dronginum skulu sleppa í land. Tey royna at mutra nøkur embætisfólk við einum lítlum Rembrandt- málningi, men tað miseydnast. Myndin hvørvur, og skipið má avstað aftur til Evropa við øllum fólkunum umborð.

Nógv ár seinni verður Rembrandt-málningurin settur til sølu, og Elias, sonur Daniel, fer til Kuba at kanna søguna um horvna málningin og ættina hjá pápanum.
Í litføgru og hugfarsligu gøtunum í Havanna roynir Elias saman við loyniløgreglumanninum Mario Conde at loysa gátuna. / Malan

Leonardo Padura: Kættere (2015). 603 síður.
 

Frámerki
Tilfar