Orðingar 2000-2009

Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens. Orðingar 2000-2009.

2009

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð og Oddfríður Marni Rasmussen
Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2009 verður latin Arnbirni Ólavssyni Dalsgarð og Oddfríði Marna Rasmussen fyri tíðarritið "Vencil", sum er komið út síðani 2006. Arnbjørn og Oddfríður hava við nærlagni og arbeiðssemi ment tíðarritið til eitt virðiligt mentanaríkast, sum miðlar bókmentaáhugaðum lesarum útlendskan og føroyskan skaldskap.
Við virðing fyri mynd- og prentlistini er tíðarritið ein fagurfrøðilig heild á høgum stigi.
Tíðarritið er ein gluggi út í heim, samstundis sum tær bókmentaspírur, sum næla í heimliga jørðildinum, hava fingið góðar gróðrarumstøður. Tíðarritið hevur víðkað bókmentaliga sjónarringin á móðurmálinum og gevur forvitnum lesarum bókmentir, ið erta og stimbra.

Vida Akselsdóttir Højgaard
Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2009.
Vida Akselsdóttir Højgaard hevur í yrkingasavninum "Novemburmorgun" og skaldsøguni "Mørk" víst á skaldsligu dygdir sínar. "Novemburmorgun" er eitt samansett yrkingasavn við poetiskum myndum og beinraknum hugsanum. Yrkingarnar eru formliga fríar. Summar loysa tanlaðar myndir sundur, aðrar skapa nýggjar, lýsa eitt nú stríð í sinninum sum mótsetning millum súgur í sjónum og hunang í glasi. "Mørk" lýsir sinnisrørslur og stríð millum krøv í átrúnaði og kyni, arbeiði og samfelagi. Báðar bøkur eru týðandi skaldslig verk um samfelagstreytir og lív einstaklingsins. Reglan um lívið sum "oyðimarkarferð/har eingin er at taka viðførið" samanfatar beinrakið lívsáskoðanina í bókum Vidu Akselsdóttur Højgaard.

Birgar Johannessen
Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2009
Fáur man hava verið so hugtikin av søguni um sín heimbý, sum Birgar hevur verið tað frá heilt ungum árum. Hesin áhugin hevur gjørt hann til savnara av øllum, sum kann geva eina mynd av, hvat tað merkti at virka og liva í Havn í undanfarnu øld. Burtur úr hesum spratt ein dreymur um eitt bókaverk, har hvør krókur og hvørt andlit í Havn varð skalfest. Við verkinum "Havnin - fólk og yrki" hevur Birgar fullgjørt dreymin og kroyst stóra kærleika sín til býin í tvær bøkur. Um somu tíð hevur hann sett havnarfólki ein glæsiligan minnisvarða, sum komandi ættarlið fara at fáa stórt gagn av.

2008

Anna Kirstin Thomsen
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2008.
Anna Kirstin er eldsálin, sum lívgar og ríkar, har hon virkar.
Tað veri innan tónleik, undirhald ella tá ið hon lærir fólk kring landið at dansa.
Við áhaldni og hugflogi, skynsemi og stórsinni hevur Anna Kirstin tikið stig til at umvæla, varðveita og lata upp dyrnar til ein týðandi part av mentanararvi okkara: bygningarnar hjá Kongliga einahandlinum á Tvøroyri.
Um hesar karmar er sprottin ein søguligur og nútímans mentanarpallur og eitt livandi ungdomshús.
Her stíga føtur, ið undan fóru, inn aftur í ringin, og saman trína vit dansin inn í framtíðina.

Hanus Kjølbro
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2008
Hanus Kjølbro
fyri bókina “Veðurlæra”
At duga at skyna á veðri og sjóvarfalli hevur í øldir verið avgerandi fyri lív og trivnað í Føroyum, og neyv vitan á hesum øki hevur altið verið høgt í metum. Við “Veðurlæru” hevur Hanus givið øllum føroyingum ein góðan møguleika at læra um øll hesi viðurskifti á greiðum og góðum føroyskum máli og við frálíkum heimligum myndum og sigandi tekningum.
Umframt at greiða frá veðri og havi við Føroyar greiðir Hanus okkum eisini frá veður- og havviðurskiftum aðrastaðni, líka frá pólísinum til tropisku ódnirnar og frá uttasta lagnum á háhválvinum niður til djúpastu havstreymar.

Sólrún Michelsen
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2008.
Sólrún Michelsen fyri “Tema við slankum” frá 2007. Sum fyrsta roynd høvundsins at skriva til vaksin ber hendan skaldsøgan boð um, at føroyskar bókmentir við Sólrún eru á ótroddum leiðum.
Í frásøgn um gerandisdagin hjá einari gentu í rembingar- og broytingartíðunum í fimmtiárunum lýsir skaldsøgan modernaðu Føroyar frá einari síðu, sum vit ikki hava fingið lýsta áður. Sólrún letur fínliga í orð tað ósigiliga og viðbrekna, sum ofta verður skúgvað til viks og burturtrongt, tí tað er trupult at seta orð á og sárt at viðurkenna.
Samanumtikið hevur tað eyðnast Sólrún Michelsen framúr væl at lýsa skuggasíðu mannalívsins í  einum listaliga væl úr hondum greiddum verki við fjøltýddari søgugongd og mosaikkkendari bygging.

2007

Laura Joensen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2007.
Laura Joensen fyri mentanarstarv føroyskari leiklist at frama.
Í tríati ár hevur Laura ríkað okkum við list síni á palli. Ógjørligt er at nevna allar leiklutir hennara, men einmansleikir sum Feit og fregin og Shirley Valentine  eru millum teir, sum skara framúr. Í Útvarpi Føroya hevur hon lagt valaverk úr hondum innan útvarpsleiklist og upplestur.
Leikstjórin Laura hevur við leikuppsetingum á bygd og í bý og við undirvísing í leiklist ment føroyskan sjónleik.
Laura hevur røkt fleiri álitisstørv í føroyskum og norðurlendskum leiklistarsamstarvi, og sum formaður fyri Leikpalli Føroya hevur hon virkað ótroyttiliga, til tjóðarleikhús umsíðir varð veruleiki

Martin Joensen
Virðisløn M.A. Jacosbens fyri fagrar bókmentir 2007.
Martin Joensen fyri verkið Lat med goyma teg.
Bókin saman við ljómfløgu er savn við úrvaldum tekstum, tónum og tekningum, ið varpa ljós á virðismikla listaliga starvið, Martin hevur útint okkara millum, frá tí at sangurin Svarti ravnur varð skrivaður og fram til henda dag.
Sum sangskald er Martin sjáldsamur, og tekstir hansara við teirra skiftandi myrkri og ljósi bera í mongum førum út um løtuna og fáa varandi virði.

Petur Jacob Sigvardsen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2007.
Petur Jacob Sigvardsen fyri Torvið í Føroyum.
Í bókaverki sínum gevur Petur Jacob okkum eina dygga søguliga og siðsøguliga lýsing av øllum teimum nógvu tættunum, sum søgan um torvið hevur í sær. Petur Jacob fevnir víða. Í verkinum verður greitt frá torvarbeiði í øllum bygdum landsins, eins og greitt verður frá søgu torvsins frá fyrstu tíðum, fram til nýggjari tøkni troðkaði torvtíðina burtur.
Við stóra verki sínum hevur Petur Jacob sett komandi ættarliðum ein varða fyri einum avgerandi tátti av søgu okkara, sum var um at fara aftur um sýn. Petur Jacob hevur soleiðis tryggjað, at søgan um stríðið av at hava eld í grúgvuni og harvið lív í landinum er varðveitt.

2006

Ebba Hentze
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2006 verður latin Ebbu Hentze.
Alla sína tíð hevur hon livað við bókum og skaldskapi. Hon er ein tann royndasti metarin av bókmentum, vit eiga, og hevur dugað, djørv og beinrakin, at sagt sína hugsan.
Sum rithøvundur hevur Ebba verið nýskapandi, men tað er sum týðari av okkara skaldskapi í onnur mál, hon hevur havt sín heilt serstaka týdning. Meira enn nakar annar hevur hon skapað føroyskum bókmentum og føroyskum rithøvundum eitt beinleiðis samband út í ein størri og víðari heim.

Carl Jóhan Jensen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2006 verður latin Carl Jóhan Jensen
fyri Ó-, søgur um djevulskap, 2005. Hetta er ein evropeisk søga úr 19. og 20. øld, sum letur ljós sítt falla á skuggasíðurnar í mannasálini.
Høvundurin vísir í hesari bókini eitt skaldsligt kynstur, sum ikki stendur aftan fyri tað framkomnasta í okkara tíð. Margfeldi í máli og frásagnarlist og eitt stílkynstur, tikið úr leikum, tølir lesaran og skapar vakurleika í hesari søguni, ið er full av óunnileika. Høvundurin ger bæði í senn: endurnýtir snildarliga hevdbundin tekstsløg og endurnýggjar skaldsøguna sum tekstslag.

Guðrun Gaard
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2006 verður latin Guðrun Gaard.
Við væl úr hondum greiddu ritgerðini "Far fram á torg" hevur Guðrun lýst, hvussu tvinnir tvídráttir, øðrumegin millum føroyska uppvøksturin og lívslongu útisetuna, hinumegin millum eldri føroyskar yrkjarar og modernaðan evropeiskan skaldskap, hava verið tað jørðildið, sum yrkingar Regin Dahls eru sprotnar úr. Á greiðan og hugtakandi hátt vísir ritgerðin, hvussu tráanin eftir at greiða tilverunnar stóru spurningar er drívmegin í ritverki Regins, og hvussu Regin í hesi tráan støðugt mennir sítt egna skaldsliga mál.
Við at seta viðgerðina í samband við dialogiskt ástøði hevur Guðrun givið okkum eina dygga bókmentaliga viðgerð og nýtt innlit í skaldskapin hjá einum av okkara mætastu skaldum.

2005

Turið Kjølbro
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2005.
Turið Kjølbro.
Turið hevur skipað og ritstjórnað bókina Okkara millum, sum er sjáldsama væl úr hondum greidd. Bókin birtir ein loga av vón hjá teimum, sum onkursvegna verða rakt av krabbameini.
Fjølbroytta úrvalið lýsir og svarar mongum av teimum ørkymlandi spurningunum, sum natúrliga koma í, tá ið álvarslig sjúka verður staðfest. Lagnurnar í bókini eru bæði ein neyv frágreiðing og ein uggi hjá sjúklingum og avvarðandi.
Á einum skynsomum, upplýsandi og samstundis lívsjáttandi máli flytur bókin mørk, tá hon varpar ljós á eitt evni, sum torført er at seta orð á.

Jón Tyril
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2005.
Jón Tyril.
Sum høvuðsmaður fyri G! festivalin hevur Jón Tyril víst, at Føroyar ikki eru ov smáar til tiltøk av hesum slag.
G! festivalurin hevur megnað at savna fremstu tónleikarar uttan úr heimi og ymsastaðni úr Føroyum í einum aldagomlum bygdarumhvørvi.
Burtur úr hesum er komið nýskapandi mentanartiltak, sum onnur hava tikið til sín. Við hesum er bygdur ein heilt nýggjur pallur til fólksligu savningarmentan føroyinga

2004

Mortan Winther Poulsen
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanarligt avrik 2004.
Mortan Winther Poulsen.
Sum formaður í Føroya Forngripafelag hevur Mortan starvast áhaldandi og ótroyttandi fyri at vekja áhuga fyri okkara byggisøguliga siðaarvi og fyri at geva honum gætur.
Hann hevur fingið í lag og staðið fyri týdningarmiklum varðveitingum víða um landið, í Mykinesi, í Suðuroy, í Streymoy og ikki minst úti í Koltri.
Hansara nærlagni hevur verið fyrimyndarligt í øllum verki, og góður í ráðum hevur hann øll árini stuðlað øðrum til at taka eftir.

Sigri M, Gaini
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2004.
Sigri M. Gaïni.
Sigri hevur, síðani hon í 1997 gav út fyrsta yrkingasavn sítt, havt sína egnu rødd í okkara skaldskapi.
Triðja savnið, 2002 Nætur, hevur heiti úr eysturlondum, og evnið er, eins og í fyrimyndini, lív, bjargað av kærleika.
Stillført, men við kílum av harðligari myndum gjøgnum savnið, skapar hon við yrkingum sínum eina kensluliga heild í skiftandi litum og ljósi.

Gianfranco Contri
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2004.
Gianfranco Contri.
Tann føroysk-italska orðabókin eftir Gianfranco Contri er tann fyrsta millum føroyskt og romanskt mál.
Henda væl úr hondum greidda orðabókin letur upp dyr millum eina ríka evropeiska mentan við fornum rótum og føroyska mentan.
Millum móðurmálið hjá Hammarshaimb, Janusi Djurhuus, Jóhonnu Mariu Skylv og Regini Dahl og móðurmálið hjá Dante, Boccaccio, Petrarca og Elsu Morante.
Orðabøkur eru hornasteinar. Samskiftið er ein hjartatáttur, tað veri í vinnu ella mentan, og málið er besta farleiðin. Tí eru orðabøkur sum henda, Dizionario faroese-italiano, hentastu tól og mentanarberar.

2003

Marianne Clausen
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2003.
Marianne Clausen.
Marianna hevur í bókini Føroya kvæði VIII - Løgini skrivað nótar til føroysk kvæðaløg eftir ljóðupptøkum frá heilari øld.
Hvørt lag er uppteknað í einum fjølbroyttum úrvali av staðbundnum og tíðarbundnum frábrigdum, umboðandi 331 skiparar og ótaldar dansarar.
Í hesari miklu bók er dastið av okkara verðsliga tónlistararvi savnað í nótaskrift. Løgini eru skipað eftir bygdum, soleiðis at byrjað verður við frábrigdi úr tí syðstu bygdini og endað verður í tí norðastu, sum upptøka av ávísum kvæði er úr. Skráir gera, at lætt er at leita í bókini, sum eisini goymir grein eftir Marionnu um kvæðaløgini.
Bókin - eitt megnararbeiði - kann fáa stóran týdning, bæði við at nøra um kunnleikan til fleiri kvæðaløg og frábrigdi enn tey, sum kend eru manna millum, og fyri gransking av løgunum.

Vilhelm Magnussen
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanarligt avrik 2003.
Vilhelm Magnussen.
Vilhelm Magnussen hevur við lítillætni og trúskapi móti andaliga sálmasangi forfedra sína givið okkum kunnleika til inniligu gudsdýrkan føroyingsins í forðum.
Við kingoløgunum, ið hann hevur varðveitt úr heimbygdini Tjørnuvík, verða vit hevjað upp úr tí dagliga, til ein felagsskap við tað guddómliga, ið bar føroyingin í takklæti til Skaparans fyri fong og gjøgnum vandar á sjógvi og landi.

2002

Oddvør Johansen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2002 verður latin Oddvør Johansen.
Í skaldsøguni Tá ið eg havi málað summarhúsið er rúsevnisvandamálið fyrstu ferð tikið upp í føroyskum bókmentum.
Nortið verður við stórar spurningar sum kriminaliseringina av hassji, sum kann hava verri evnismisnýtslu og onnur lógarbrot við sær. Hetta evnið verður lýst innanífrá gjøgnum frásøgnina hjá tí unga Pedda. Lív hansara og tað hjá vinmonnum hansara eru dømisøgur um, hvussu hassj og onnur rúsevni kunnu skeikla lívsleiðina.
Evnisliga er bókin landnám í føroyskum bókmentum. Hon sigur frá búningarárunum hjá nøkrum dreingjum í einum avgerandi tíðarskeiði í Føroya søgu, 1990-árunum. Hon setur á nøkur evni, sum væl tola neyvari viðgerð.

Andras Mortensen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2002 verður latin Andrasi Mortensen.
Andras hevur í ritgerð síni Hin føroyski róðrarbáturin á dyggum søguvísindaligum grundarlagi greitt frá søguni um gamalt føroyskt bátasmíð, hvussu róðrarbáturin varð nýttur í dagligum yrki, og hvønn týdning róðrarbáturin hevði í føroyska samfelagnum.
Við greiðum skrivistíli og lýst við teimum neyvu tekningunum hjá Andrasi Joensen er hetta ein ritgerð, sum umframt at nøkta øll vísindalig krøv er áhugaverdur lesnaður hjá vanligum fólki. Tað var í tøkum tíma, at hetta evnið, sum í øldir hevði avgerandi týdning fyri alt lív í Føroyum, varð tikið upp til søguvísindaliga viðgerð, og nevndin ivast ikki í, at Andras við hesi ritgerð hevur givið landsmonnum sínum eitt í allar mátar virðismikið og fyrimyndarligt verk.

Kristian Blak
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2002 verður latin Kristiani Blak.
Síðani hann kom til landið, hevur Kristian verið íbirtari, vegleiðari og luttakari í at kalla øllum tónleiki, frá fólkatónleiki, rytmiskum tónleiki til nýskrivaðan føroyskan partiturtónleik.
Lítillátin og ósjálvsøkin hevur hann saman við konu síni, Sharon, verið sálin í ótali av framførslum og framleiðslum, og verk teirra hevur víst okkum, hvønn týdning tað hevur at hugað fólk uttan úr heimi leitar til okkara og ríkar føroyska mentan.

2001

Annfinnur í Skála
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2001 verður latin Annfinni í Skála.
Við sínum bókum um Heimin Forna, Hjá dvørgum í Niðafjøllum og Ferðin til Zambora, hevur Annfinnur brotið upp úr nýggjum í føroyskum bókmentum.
Bøkurnar eru um tvey ung, sum fara gjøgnum tíðarlið inn í ævintýraheim, og tær sameina hegnisliga gamla søgu við nútíðar frásøgn.
Tað sæst aftur, at høvundurin er málkønur og søgukønur, og tað eydnast honum við stórum hugflogi at byggja ein skaldsligan heim, sum er sjáldsamur og fjølbroyttur, samstundis sum samtíðarsøgan er væl fest í gerandislív hjá dagsins ungdómi.

Bogi Hansen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2001 verður latin Boga Hansen.
Bogi savnar í bókini Havið á høgum vísindaligum stigi alla sína vitan um lív og náttúru í heimshøvum og á heimaleiðum, og hann ger tað við máli og myndum á ein hátt, so at hetta stóra stóra og torgreidda evnið eisini hjá vanligum fólki verður skilligt í øllum sínum mongu lutum og fyribrigdum.
Hetta er evni, sum er øllum føroyingum týdningarmikið, og nevndin ivast ikki í, at Bogi við hesi bók hevur givið landsmonnum sínum eitt í allar mátar virðismikið og fyrimyndarligt verk.

Zacharias Hammer
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2001 verður latin Zachariasi Hammer.
Zacharias hevur við sjónvarpssendingum sínum givið hyggjaranum innlit í fjølbroytta livihátt føroyinga.
Við upptøkutóli sýnir hann dirvi, tá hann saman við bakkamonnum søkir bjørgini, fer við seyði í illgongdar skorar ella greiðir frá gerandisdegnum umborð á skipi.
Við gløggum eyga fyri upptøkulistini evnar hann at rúnabinda fólk. Hann tvinnar natúrmyndir og veruleika, so tú gerst partur av hesum mangan vandamikla arbeiði.

2000

Oddfríður Marni Rasmussen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2000 verður latin Oddfríði Marna Rasmussen.
Oddfríður er skald, ið leitar sær rás, sárur og ivingarsamur, á markinum millum heimloysi og heimlangtan. Í yrkingasavninum Rás sár ferðast hann víða í nýroyndum sínum og vísir, serstakliga í prosayrkingunum, á nýggjar leiðir í føroyskum skaldskapi.

Zakarias Wang
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2000
verður latin Zakariasi Wang.
Í bókini Føroyar á vegamóti leggur Zakarias fram týdningarmikið søguligt tilfar um støðu Føroya í heimssamfelagnum. Bókin greiðir frá granskingarúrslitum á løttum og livandi máli á ein hátt, sum í støðum, til dømis í partinum um politiska snillingin Marcellus, er frásøgukynstur á høgum stigi.

Rigmor Restorff
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2000
verður latin Rigmor Restorff.
Rigmor Restorff fær virðislønina fyri drúgva virki sítt sum tónlistafólk. Sum klassiskur konsertpianistur, jazzmusikari, undirhaldsmusikari, við undirspæli sínum og sum lærari eitt langt lív hevur hon verið ein ásur, føroyskt tónlistalív hevur malið um. Við sínum ríku og víðfevnandi gávum eigur hon sín stóra lut í menningini í føroyskum tónleikalívi á tað støði, tað nú hevur