Nólsoyingar fingið bókasavn Stutt tíðindi - 14.04.21 Týskvøldið 13. apríl læt Nólsoyar bókasavn dyrnar upp á fyrsta sinni. Í hesum sambandi var almenn móttøka í Nólsoyar skúla.
Appin til eReolen riggar aftur Stutt tíðindi - 21.01.21 E-bøkurnar kunnu lesast á PC og Mac, og tú kanst heinta appir til snildtelefon og teldil, bæði iPhone/iPad og Android. Øll, sum eru skrásett sum lánarar á Býarbókasavninum, kunnu nýta eReolen.
Mariann lesur upp úr bókini "Øll telja við" Stutt tíðindi - 26.11.20 Vit hava fingið Mariann Hansen at lesa upp úr myndabókini “Øll telja við” eftir Kristin Roskifte, og tað verður ikki nógv hugnaligari, enn tá hon situr inni á barnabókasavninum og lesur.
Lív, Jógvan, Hjalmar, Marjun og Rakel fáa mentanarvirðislønir Tórshavnar býráðs 2020 Stutt tíðindi - 12.10.20 Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2020 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi. Vegna koronu var tiltakið bara fyri virðislønarmóttakararnar. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fekk Lív Maria Róadóttir Jæger. Jógvan D. Hansen varð heiðraður fyri mentanaravrik. Hjalmar P. Petersen varð heiðraður fyri yrkisbókmentir. Tvær barnamentanarheiðurslønir vórðu latnar, onnur til Marjuna Syderbø Kjelnæs og hin til Rakel Helmsdal.
Nú riggar eReolen aftur Stutt tíðindi - 04.02.20 Á eReolen kanst tú læna e-bøkur og ljóðbøkur við lánaranummari tínum frá Býarbókasavninum.
Hevur tú trupulleikar við eReolen? Stutt tíðindi - 16.01.20 Í løtuni eru trupulleikar við eReolen-appini
Fýra heiðurslønir latnar fyri bókmentir og mentanaravrik Stutt tíðindi - 03.10.19 Ársins mentanarheiðurslønir hjá Tórshavnar býráði vórðu í dag latnar á almennari samkomu í Müllers pakkhúsi
1. bókavørður/varaleiðari ella bókavørður til Býarbókasavnið Stutt tíðindi - 30.08.19 Starvið sum 1. bókavørður/varaleiðari ella í øðrum lagi bókavørður er aftur leyst at søkja á Býarbókasavninum.