Um tiltakið
Tíð
17:00 - 20:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Borðspælskvøld
Áhugafelagsskapurin Tabletop Føroyar fer í samstarvi við Býarbókasavnið at skipa fyri fleiri borðspælskvøldum í juli
Hetta verður eitt ókeypis tiltak, so tú hevur onga umbering fyri ikki at støkka inn á gólvið!
Tiltakið verður skipað soleiðis, at tú bæði kanst møta upp og luttaka í teimum spølum, ið tiltakið veitir, ella tú sjálv/ur tekur spøl við, sum tú vilt spæla.
Afturat hesum fer Býarbókasavnið at leggja fram fleiri spennandi bøkur og borðspøl, sum kunnu lænast á Býarbókasavninum.
Vit hava ráðført okkum við myndugleikarnar um, hvussu vit best kunnu verja okkum móti møguligari smittu. Tilmælini verða lýst nærri í tiltakinum.
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at spyrja!
Vit gleða okkum at síggja teg!
Frámerki