Umhvørvisvika 2020
Umhvørvisvika 2020

Um tiltakið

Tíð
23:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur

Umhvørvisvika 2020

Umhvørvisvikan 2020 varpar ljós á lívmargfeldi

Árliga Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu plagar at vera um várið, men í ár er Umhvørvisvikan útsett til oktober.

Umhvørvisvikan í ár varpar ljós á lívmargfeldi, sum fevnir um alt tað livandi fjølbroytni í náttúruni. Tað er nógv óvissa um, hvussu vit menniskju ávirka vistskipanir í náttúruni, millum annað tá vit brúka lendi, brúka evnafrøðilig evni og tilfeingi í náttúruni. Tí snýr lívmargfeldi seg eisini um, hvussu vit sum borgarar, vinna og kommuna kunnu bera okkum skynsamari at.

Fólkatalið í heiminum veksur skjótt og setir alsamt størri krøv til eitt nú matvøruframleiðslu og harvið eisini jarðarbrúk. Hóast hetta kanska ikki ávirkar Føroyar eins nógv og lond við størri landbúnaði, so hevur tað eisini týdning, at vit fara væl um okkara lendi. Regn og vindur gera sítt til, at jørð og mold verður máað burtur av náttúruávum, men mannaskapt árin so sum bit og velting kunnu eisini hava keðiligar avleiðingar fyri lendið.

Við Umhvørvisvikuni vil Tórshavnar kommuna leggja dent á umhvørvi og heilsu hjá tí einstaka borgaranum og hjá kommununi sum heild. Hvørt ár verður eitt serstakt evni í sambandi við umhvørvi tikið upp. Fyrr hevur Umhvørvisvikan sett sjóneykuna á til dømis matoyðsl, endurnýtslu av klæðum og á plastdálking, fyri at nevna nøkur evni.

Skráin verður lýst seinni, og tað ber eisini til at fylgja við á facebooksíðuni hjá Umhvørvisvikuni.

Frámerki