Tabletop Føroyar
Tabletop Føroyar møtast á Býarbókasavninum

Um tiltakið

Tíð
17:00 - 23:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur

Tabletop Føroyar - Spælikvøld - Avlýst vegna korona -

Hvørt leygarkvøld í juli, kl 17 til 23.

Áhugafelagið Tabletop Føroyar vitjar á Býarbókasavninum í Havn hvørt leygarkvøld í juli 2021. Felagið skipar fyri almennum tiltaki við borðspølum, har øll eru vælkomin.

Á Facebook skrivar Tabletop Føroyar soleiðis:

Summar er væl í gongd hjá Tabletop Føroyum. 

Tað er eitt ár síðan okkara fyrsta borðspælskvøld, og tað skal hátíðarhaldast. Í juli mánað venda vit aftur til staðið, har alt byrjaði, Býarbókasavnið! Talan er um eitt ókeypis tiltak frá kl. 17-23 hvønn leygardag í juli í hjartanum av Havn.

Býarbókasavnið hevur júst keypt alskyns borðspøl, so nógv er at royna, bæði kent og ókent. Ert tú ikki til klassisk borðspøl eru onnur borðleikaspøl at finna sum t.d Magic the Gathering og Warhammer. 

Øll eru vælkomin - børn og eldri, roynd og óroynd, vit síggjast! 

Frámerki