Tabletop Føroyar
Tabletop Føroyar møtast á Býarbókasavninum

Um tiltakið

Tíð
17:00 - 23:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur

Tabletop Føroyar - Spælikvøld

Hvørt leygarkvøld á Býarbókasavninum kl. 17-23

Áhugafelagið Tabletop Føroyar skipar fyri almennum spælikvøldum við borðspølum á Býarbókasavninum í Havn hvørt leygarkvøld frá klokkan 17 til 23.

Býarbókasavnið hevur júst keypt alskyns borðspøl, so nógv er at royna, bæði kent og ókent. Ert tú ikki til klassisk borðspøl eru onnur spøl at finna sum t.d. Magic the Gathering og Warhammer. 

Øll eru vælkomin - børn og eldri, roynd og óroynd.

Vit síggjast!