Hoyr meira um manga á ungdómsbókasavnium
Hoyr meira um manga á ungdómsbókasavnium

Um tiltakið

Tíð
19:00 - 21:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur

MEIR UM MANGA

Kom og hoyr um manga – um upprunan, tey ymisku sløgini av manga, og hvat manga hevur ment seg til í dag.

Tey seinnu árini hava børn og ung í Føroyum veruliga tikið japansku Manga-bókmentirnar til sín. Fyrr í heyst lat nýggja ungdómsbókasavnið upp á Býarbókasavninum, har ymiskt spennandi er á vetrarskránni. Millum annað verða tvey Manga-tiltøk.

Fyrsta tiltakið kallast Meir um manga og verður mikukvøldið 23. november kl. 19-21. Hetta kvøldið kemur Conny Rasmussen frá Bókasavninum við Løkin at greiða frá og vísa myndir um manga – um upprunan, tey ymisku sløgini av manga, og hvat manga hevur ment seg til í dag.

Conny hevur verið drívmegin í tí stóra áhuganum og undirtøkuni, sum Manga Takk-tiltøkini við Løkin hava fingið seinastu mánaðirnar.

Tiltakið er ókeypis og verður á nýggja snotiliga ungdómsbókasavninum.

Tiltakið er ætlað 11 ára gomlum og eldri, og tað er ókeypis at luttaka.

Frámerki