Genta, sum lesur
Genta, sum lesur

Um tiltakið

Tíð
23:00
Kostnaður
Ókeypis
Stað
Býarbókasavnið
Føroyar
Fyriskipari
Málbólkur

Lestrarhøli í jólafrítíðini

Aftur í ár bjóðar Býarbókasavnið lestrarhøli til lesandi í jólafrítíðini

Lestrarhølið er á ovastu hædd, og hetta er sættu ferð, at tænastan verður á Býarbókasavninum.

Serliga nógvar royndir eru um jól- og nýggjársleitið, og tí er hent hjá lesandi at hava eitt stað at savna seg um lesnaðin í friðarligum umhvørvi um jólini. Øll lesandi á hægri lestri eru vælkomin at nýta hølið.

Í lestrarhølinum kunnu lesandi sita í friði og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars. Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima í jólafrí og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða, og fólk sum annars sita við uppgávum og fyrireiking til royndir um hesa tíðina.

Ókeypis tráðleyst internet er í lestrarhølinum.
Atgongd er til vesi, og møguleiki er at gera kaffi og te á staðnum.

Lestrarhølið er opið frá mánadegnum 17. desember 2018 til og við sunnudagin 13. januar 2019, somu tíðir sum Býarbókasavnið.

Tilfar