
Lær at hekkla
Um tiltakið
Tíð
19:00 - 21:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur
Lær at hekkla / GG.: Verður endurtikið tann 5. des. (Atgm. krevst)
Kom á bókasavnið og lær teg at hekkla.
Ókeypis atgongumerki fæst á bókasavninum.
Nú kanst tú læra at hekkla. Vit fara at hekkla ymiskt jólaligt so sum hjørtur, einglar og kavaflykrur.
Tony í Lon og Eva Gunnarsdóttir Joensen leggja lag á.
At hava við:
- hekklinál stødd uml. 3
- hóskandi bummullargarn
- saks og nál til at hefta endar
Tað er ókeypis at luttaka.
Vegna stóra áhugan hava vit gjørt av, at tað er neyðugt við atgongumerkjum.
Kom á bókasavnið eftir einum ókeypis atgongumerki. Samanlagt er pláss fyri 30 luttakarum.
Vit skipa fyri einum eyka kvøldi 5. desember, har atgongumerki eisini er neyðugt.
Frámerki