Bindiskeið februar 2023
BIndiskeið februar 2023

Um tiltakið

Tíð
19:00 - 21:30
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur

Bindiskeið

Sára Mrdalo hevur bindiskeið

Eftir trý sera væl umtókt bindiskeið í februar og apríl fjør, hava vit bjóðað Sáru Mrdalo frá Navia á vitjan aftur.

Í fleiri ár hevur Sára hildið bindiskeið kring landið, og hava luttakararnir altíð latið sera væl at. Sára hevur framleitt og endurnýggja skeiðið fleiri ferðir, og er hetta sjeyndu ferð at hon ger nýtt innihald. Hesuferð skulu luttakararnir læra at binda ymisk struktur- og holmynstur.

Til skeiðið skulu luttakarar sjálvir hava hetta við:

  • Ermastokkar uml. nr. 4
  • Hóskandi tógv, minst tveir ymiskar litir
  • Saks
  • Penn ella blýant

Skeiðið er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Tú kanst boða frá luttøku í avgreiðsluni við at koma inn á gólvið, ringja 302030 ella senda teldupost til bbs@bbs.fo
(GG: Ongin tilmelding er á Facebook). Luttakararnir fáa eisini eina bindibók og uppskriftir frá Navia.

Tá 35 luttakarar hava meldað til, er skeiðið fullteknað.

Frámerki