Fá skil á tínum pengaviðurskiftum

Um tiltakið

Bókasavn
Tíð
16:00 - 18:00
Kostnaður
Ókeypis
Stað
Føroyar
Málbólkur
Fyrilestrar og kjak

Fá skil á tínum pengaviðurskiftum

25.11.19
Hvussu kann eg skapa eitt lív, har eg havi skil á mínum pengaviðurskiftum, so eg fái ró og yvirskot at liva tað lívið, eg sjálv droymi um? Eitt lív, har tað er líkamikið, um tað er 5. ella 25. í mánaðinum og mai ella desember?

Kom á bókasavnið mánadagin 25. november kl. 16 og hoyr Pernille Mejslov, pengamentor, halda fyrilestur og verkstovu um evnið. Pernille fer at geva øllum áhugaðum nøkur amboð og góð ráð um, hvussu vit kunnu rudda upp í egnum pengaviðurskiftum og broyta ofta óhepnar søgur og sannføring, vit hava um pengar. Endamálið er at fáa ró og rætning í tínum pengaviðurskiftum og at fáa meiri burtur úr pengunum, tú eigur, so tú kanst liva tað lívið, tú droymir um. Fyrilesturin er eisini ein  verkstova, har tú sjálv/ur sleppur at royna teg við uppgávum í mun til egin pengaviðurskifti.

Um Pernille Mejslov
Pernille Mejslov er pengamentor og valdi í 2016 at keypa ein einvegis ferðaseðil til Føroyar fyri at endurhugsa arbeiðslívið og viðurskiftini til pengar og eginbúskap. Í dag hevur Pernille fastan bústað í Havn, har hon livir sum myndlistakvinna, heilsurøktari og pengamentor og vegleiðir serliga kvinnur í at stýra pengunum í mun til tað lív og frælsi, sum tær droyma um.

Tiltakið er ókeypis, og Býarbókasavnið bjóðar okkurt leskandi afturvið.