William Heinesen 120
Framsýning í sambandi við, at 120 ár eru liðin, síðan William Heinesen varð borin í heim
Tann 15. januar 2020 vóru 120 ár síðan, William Heinesen var føddur, og í hesum sambandi hevur Býarbókasavnið eina framsýning av plakatum og prentum av nøkrum av hansara listaverkum.
Á framsýningini eru eisini bøkur eftir og um William Heinesen umframt dømi um plátuhúsar og bókapermur, sum hann hevur gjørt.
Framsýningin er opin í vanligu upplatingartíðini fram til 1. mai.
Frámerki