Müllers pakkhús
Müllers pakkhús

Um tiltakið

Tíð
17:00
Kostnaður
Ókeypis
Stað
Müllers Pakkhús
100 Tórshavn
Føroyar

Virðislønahandan

Virðisløn M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verða handaðar í Müllers Pakkhúsi hósdagin 3. oktober kl. 17

Virðisløn M. A. Jacobsens varð fyrstu ferð latin í 1958. Tað var Rithøvundafelagið, sum heitti á Tórshavnar býráð um at stovna eina árliga bókmentavirðisløn. Virðislønin skuldi bera navn eftir mentamannin Mads Andreas Jacobsen, ið m.a. var rithøvundur, lærari, bókavørður og borgarstjóri í Havn.

Fyrstu nógvu árini æt virðislønin Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens, og talan var bara um eina virðisløn. Í 1996 varð reglugerðin broytt, soleiðis at tríggjar virðislønir kundu latast, og navnið varð broytt til Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens.

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð latin fyrstu ferð í 1976.

Tilfar