Skriviverkstova við Rakel Helmsdal
Skriviverkstova við Rakel Helmsdal

Um tiltakið

Tíð
14:00 - 17:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur

Skriviverkstaður við Rakel Helmsdal

Fyrsta skrivikafé í vetur verður við Rakel Helmsdal

Fyrsta sunnudag í hvørjum mánaði bjóðar Býarbókasavnið rithøvundum og ritstjórum inn at skipa fyri skriviverkstovum. Sunnudagin 1. oktober kl. 14 verður fyrsta verkstovan í vetur, sum Rakel Helmsdal kemur at standa fyri.

Rakel er virkin rithøvundur og myndlistafólk. Hon kallar skriviverkstovuna fyri eitt undrunarskeið.

Skriviverkstovan er fyri teg, sum hevur hug at skriva, uttan mun til aldur, skriviførleika og hvat slag av teksti, tú skrivar. Hon er ókeypis, og eingin tilmelding krevst.

 

Hvar er tað?

Á 1. hædd á Býarbókasavninum.

Hvat kostar tað?

Einki.

Hvønn er tað fyri?

Øll, sum hava hug at menna sítt skrivikynstur. Eisini tey, sum ongantíð hava skrivað áður.

Hvat skal eg hava við?

Eina notesbók og ein penn.