Skrivikafé og verkstaður.
Skrivikafé og verkstaður.

Um tiltakið

Tíð
14:00 - 17:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur

Skriviverkstaður v/Kim Simonsen

Skrivikafé hvønn sunnudag í vetur.

Hetta er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, og tí fær skriviverkstaðurin vitjan av royndum bókmentafólki. Hesuferð er tað Kim Simonsen.

Kim Simonsen er yrkjari, høvundi, útgevari v.m. Í 2014 vann hann M.A. Jacobsens bókmentavirðisløn fyri bókina “Hvat hjápir einum menniskja”. Hann hevur eisini vunnið virðislønir í m.a. USA og í Makedonia. Hann er bókmentafrøðingur, ph.d. og granskari og hevur undirvíst í skriving á Ritlist á Setrinum. Hann er eisini maðurin handan Forlagið Eksil, ið hevur útgivið dygdarskaldskap eftir yngri føroyskar høvundar. Við Forlagnum Eksil hevur hann seinastu mongu árini skipað fyri eksperimenterandi tvørfakligum og tvørlistarligum tiltøkum m.a. á G!festivalinum, við serligum denti á náttúru, list og eksperimenterandi skaldskapi.

Sunnudagin 6. november kl. 14 kemur hann at leggja lag á við ymsum skrivivenjingum og tosa um skriving sum heild.

---

Gongur tú við einum rithøvundi í búkinum, ella vilt tú menna títt skrivikynstur í felag við onnur, so hevur tú nú møguleikan, tí Býarbókasavnið fer nú undir at skipa fyri skrivikafé og regluligum skriviverkstovum. Skrivikaféin er fyri øll, sum hava hug at skriva, uttan mun til aldur, skriviførleika og hvat slag av teksti, tú skrivar. Skrivikaféin er opin hvønn sunnudag kl. 14-17, har tú fært høvi at menna tínar skriviførleikar og hitta onnur, sum skriva. Hvønn mánað koma høvundar og ritstjórar at vegleiða og tosa um skrivikynstrið.

GG!

Um undirtøkan er góð, er møguleiki fyri at stovna egnar skrivibólkar, har til ber at fáa íblástur og lesivegleiðing frá hvørjum øðrum. Um áhugi er fyri tí, verður lagt upp til at enda við einum upplestrartiltaki á Býarbókasavninum, har tey, ið hava hug, kunnu vera við til eitt upplestrartiltak.

Hvar er tað?

Á 1. hædd á Býarbókasavninum.

Hvat kostar tað?

Einki.

Hvønn er tað fyri?

Øll, sum hava hug at menna sítt skrivikynstur. Eisini tey, sum ongantíð hava skrivað áður.

Hvat skal eg hava við?

Eina notesbók og ein penn.