Lesiringur fyri ung
Lesiringur fyri ung

Um tiltakið

Tíð
18:30 - 20:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur

Lesiringur fyri ung byrjar

Nýggjur lesiringur fyri ung byrjar tann 3. oktober 2022

Dámar tær væl at lesa bøkur og tosa við onnur um lesiupplivingina, so er ein lesiringur kanska nakað fyri teg. 

Mánakvøldið tann 3. oktober kl. 18.30 fara vit at byrja ein nýggjan lesiring fyri ung.

Frammanundan hava vit lesiringar, har flest vaksin eru við. Nú vilja vit fegin stovna ein lesiring, sum burturav er fyri ung, og har vit lesa ungdómsbøkur. Luttakararnir í lesiringinum eru við til at velja hvørjar bøkur vit lesa.

Vit hittast vanliga fyrsta mánakvøld í hvørjum mánað kl. 18.30-20.00. Vit tosa um bøkurnar, vit hava lisið og fáa okkum ein drekkamunn afturvið.

Tað er ókeypis at luttaka í lesibólki. Bókasavnið leggur høli til og hjálpir at útvega bøkurnar, ið lisnar verða.

Tú kanst tekna teg við at senda teldupost til bbs@bbs.fo og upplýsa navn, aldur og teldupost. Til ber eisini at skriva teg á listan, sum liggur á nýggja ungdómsbókasavninum.

Øll eru hjartaliga vælkomin, óansæð um tú ert royndur ella nýggjur lesari.

Frámerki