Lesiringarnir hittast aftur
Lesiringar hittast aftur mánadagin 7. oktober kl. 18.30.
Dámar tær væl at lesa og manglar tær onkran at tosa við um lesiupplivingina, so er ein lesiringur kanska nakað fyri teg.
Mánakvøldið tann 7. oktober kl. 18.30 hittast lesiringarnir aftur.
Hetta annað kvøldið, lesiringarnir hittast, og um pláss er, kunnu nýggir limir melda seg inn í ein av teimum verandi.
Lesiringarnir velja eina bók hvønn mánað, sum øll lesa. Síðani hittast luttakararnir á Býarbókasavninum kl. 18.30-20.00 fyrsta mánakvøld í hvørjum mánaði og práta um bókina.
Lesiringarnir hittast hesi kvøld í vetur:
2. september er fyrsti stovnandi fundur
7. oktober 2024
4. november 2024
2. desember 2024
6. januar 2025
3. februar 2025
3. mars 2025
7. apríl 2025
Luttøkan í lesiringum er ókeypis, og øll eru vælkomin.
Frámerki