Um tiltakið

Tíð
17:00 - 18:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur

Heystbókakafé

Mikudagin 13. oktober kl. 17-18
Manglar tær íblástur til, hvørja bók tú skalt fara í holt við, nú heystið er í hondum?
Kom á bókakafé á Býarbókasavninum.
Á bókakafé geva bókavørðir á Býarbókasavninum lesiprei til heilt røttu bøkurnar til tín.
Bókasavnið bjóðar okkurt at leska sær við, og við tær heim fært tú eisini ein bókalista til íblástur.
Frámerki