Pippi heldur føðingardag, og Luddi og Lundisa eru boðin við
Evnið fyri Norðurlendsku bókmentavikuna 2019 er “Hátíðarhald í Norðurlondum”, og tí fekk Pippi tað góða hugskotið, at hon skuldi halda føðingardag á barnabókasavninum.
Øll børn eru vælkomin, og Luddi og Lundisa eru eisini boðin við.
Tá barnaval var á føroysku bókasøvnunum í august, vann Pippi stórt í Havn, men tá øll valstøðini kring landið vóru tald upp, vóru tað Luddi og Lundisa, sum høvdu fingið flest atkvøður.
Vit gera flottar veitsluhattar úr endurnýtslutilfari, og aftaná lesur Vár Berghamar Jacobsen søgurnar “Pippi heldur føðingardag” og “Luddi & Lundisa spegla sær”.
Norðurlendska bókmentavikan er upplestrartiltak, tá somu bókmentir um sama evni verða lisnar upp samstundis um øll Norður- og Baltalond. Sama gera aðrir stovnar út um heim, ið hava áhuga fyri Norðurlondum.
Endamálið við verkætlanini, ið Norrønu Feløgini umsita, er at breiða út kunnleika um norðurlendskar bókmentir og at virka fyri upplestri og at halda í hevd norðurlendska siðin at siga søgur. Norðurlendsk bókmentavika verður hildin eina ferð um árið - í viku 46. Tá skipa bókasøvn, skúlar og aðrir mentanarstovnar fyri upplestri. Norðurlendska ráðharraráðið fíggjar verkætlanina.