Bergur og Lone
Bergur og Lone

Um tiltakið

Tíð
14:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur

Á trillubøruferð í Norðurlondum

Norðurlendsk konsert og verkstova ætlað børnum í aldursbólkinum 3-5 ár verður leygardagin 8. mai kl. 14.

Verið vælkomin til eina hugtakandi løtu við frásagnum, sangum, tónleiki og øðrum skapandi ítrivi, serliga ætlað teimum 3 til 5 ára gomlu saman við sínum vaksnu.

Gátuførir eldrevar, hundasleðutúrar, trøllkonur, brattar fjallasíður, sjóhestar, krabbar, ísbjarnir og stór landakort eru nakað av tí, sum børnini kunnu vænta at uppliva á hesi trillubøruferð.

Á trillubøruferð í Norðurlondum er ein ferð í Norðurlondum í eini óvanligari trillubøru. Tey smærru børnini verða bjóðað við á ferð, har tey kunnu uppliva Norðurlond við frásagnum, sagnum, tónleiki, sangi og øðrum skapandi ítrivi saman við teimum uppfinnsomu og musikalsku gestunum: Bergi Fonsdal (FO) og Lone Wernblad (DK).

Bergur og Lone eru á ferð við einum samansettum tiltaki. Talan er um eina sjónleikaframførslu saman við eini verkstovu, har børnini tekna og skapa sínar egnu frásagnir um Norðurlond. Hetta verður gjørt bæði við ítøkiligum lutum og tilfari - og í einum talgildum læruheimi við hópin av uppgávum, tónleiki frá framførsluni o.a., sum børnini eisini kunnu arbeiða víðari við á stovni ella í skúlanum.

Ókeypis atgongumerkir kunnu avheintast á bókasavninum frá 3. mai. Avmarkað atgongd.