Diversity Week
Diversity Week - barnatiltak

Um tiltakið

Tíð
12:00 - 14:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur

Diversity Week - Barnatiltak

Søgulesnaður, tónleikur og kreaverkstaður

Spennandi tiltak fyri børn í matpakkarúminum leygardagin.

Diversity Week 2019 endar við einum barnatiltaki á Býarbókasavninum í Havn, har vit fara at hoyra søgur, gera origami og lurta eftir tónleiki.

Søgur úr Asia
Vit fara at hoyra tvær søgur úr Asia – eina úr Japan og eina úr Thailandi.

Komið og hoyrið Rógva siga søguna úr Thailandi um teir sjey høsnarungarnar, sum gjørdist til sjey stjørnur.
Søguna úr Japan fer Mariann at siga okkum, og hon eitur ”Takksami tranin”. Hon snýr seg um ein fátækan bónda, ið hevur eydnuna við sær, tá hann bjargar einum løstaðum trana. Men tíverri missir bóndin tamarhaldið á sínum forvitni, og eydnan vendir. Mariann Hansen lesur søguna fyri okkum, meðan vit síggja teknifilmin.

Origamiverkstaður
Origami er ein japanskur máti at falda pappír uppá, so tað verður til vakrar figurar. Og eftirsum vit hava hoyrt um takksama tranan, fara vit á origamiverkstaðnum at læra at falda tranar.

William da Silva Simonsen
Eisini eru vit so heppin, at vinnarin av Barnaprix, William da Silva Simonsen, kemur at syngja nøkur løg fyri okkum.

Frámerki