Hvussu gerst tú lánari

Fyri at læna á bókasavninum og nýta talgildu bókasavnstænasturnar er neyðugt at hava lánarakort og loynital.

Fyri at fáa lánarakort kann samleikaprógv krevjast.

Børn undir 13 ár skulu hava skrivligt loyvi heimanífrá. Útfyllingarkort fæst á bókasavninum.

Lánarakortið er persónligt, og lánarin hevur ábyrgd av tí, ið lænt er. Um lánarakortið verður burtur, kostar tað 30 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn at fáa nýtt.

Boðast skal frá, um broytingar eru í persónsupplýsingunum.