• Bog

Tey sóu reytt : víðgongdi vinstrivongurin í Føroyum 1962-1990

Søgan um ytsta vinstravongin í kalda krígnum, sum vildi kollvelta føroyska samfelagið, onkur enntá við hermegi. Tað snúði seg um ymiskt virksemi, frá loyniligum undirgrundarfelagsskapum í Havn og mótmælisgongum í Mjørkadali til kommunistiskar lesiringar í Keypmannahavn og reyðar summarlegur í Noregi og í Múla. Søgan er bygd á umleið 100 samrøður við fólk, sum vóru virkin á føroyska vinstravonginum frá fyrst í sekstiárunum til 1990

Holdings available on the shelf

Fetching holdings information.