• Bog

Sálareyga : Sinnisbati 40 ár

Um 40 ára søguna hjá Sinnisbata, sum síðan stovnanina í 1982 hevur arbeitt fyri rættindunum hjá fólki við sálarsjúku í Føroyum. Hugt verður aftur í søguna hjá teimum umleið 300 føroyingunum, sum frá 1890 til 1969 noyddust av landinum til viðgerðar, tí umstøður vóru ikki til tað í Føroyum. Tey komu til eitt fremmant land, innløgd millum fremmand fólk, har málið eisini var fremmant. Fleiri teirra komu ongantíð heim aftur. Í 1969 læt Statshospitalið upp fyri sjúklingum. Í bókini eru samrøður við fyrrverandi starvsfólk um umstøðurnar tá og um tíðina, tá ið føroyskir sjúklingar komu heim úr Danmark og vórðu innlagdir á Statshospitalið í staðin

Holdings available on the shelf

Fetching holdings information.