• Bog

Nornagestur

Nornagestur er høvuðspersónur í eini frásøgn í Søgu Ólavs Tryggvasonar í Flatoyarbók. Hann er gamal vallari, sum styttir kongsins monnum stundir og sigur teimum søgur. Sjálvur greiðir hann frá, at við vøgguna, har hann lá nýføddur, spáddu tær tríggjar vølvurnar honum eina glæsiliga framtíð, men ein teirra legði aftrat, at lív hansara fór at slokna, tá ið ljósið, ið varð kveikt við vøgguna, brann niður. Tí varð ljósið sløkt, og hann bar tað uppi á sær alt lívið

Holdings available on the shelf

Fetching holdings information.