50
50

Býarbókasavnið 50

Kort nyt
03.04.19
Fríggjadagin 5. apríl verður 50 ára føðingardagur á Býarbókasavninum

Dagurin verður hátíðarhildin á Býarbókasavninum, har vitjandi m.a. fáa eina ókeypis alfabet-plakat. Harumframt verður Speakers' Corner, har nakrir brúkarar fara at bera Býarbókasavninum stuttar heilsanir, og gestir fáa høvi til tað sama. Ein framsýning verður á 1. hædd við brotum úr søguni hjá Býarbókasavninum, og bókaframløga verður, umframt at nýggjur grafiskur samleiki verður avdúkaður.

Býarbókasavnið er fyri øll, og tískil eru øll hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda dagin saman við okkum.

Dagurin byrjar á barnabókasavninum kl. 10. Høvi verður at ogna sær eina ókeypis alfabet-plakat eftir Astrid Andreasen. Plakatin varð upprunaliga gjørd til 25 ára haldið hjá Býarbókasavninum, men er nú uppafturprentað við nýggjari litseting. Hon er ókeypis hendan dagin, men kann annars fáast til keyps fyri 50 krónur. Eisini verður høvi at síggja nýliga prýdda matpakkarúmið á barnabókasavninum, har myndir úr bókunum hjá Bárði Oskarsson verða avdúkaðar.
Kl. 15 verður hátíðarhald fyri tey vaksnu. Har verður framløga av minnisriti um Býarbókasavnið, sum fyrrverandi býarbókavørðurin, Anna M. Brimnes, hevur skrivað. Sama dag fær bókasavnið nýggjan grafiskan samleika, sum Sendistovan fer at avdúka.

Høvi verður at síggja eina framsýning við brotum um søguna hjá Býarbókasavninum.

Kaffi og lagkøka verða at fáa, og tónleikur, sum Býarbókasavnið eigur í varðveitslu, fer at ljóða úr hátalarunum.

Skrá fyri dagin

Á barnabókasavninum

Kl. 10-12 Ókeypis alfabet-plakat verður latin. Børn eru vælkomin at vitja okkara nýmyndprýdda matpakkarúm. Okkurt leskiligt verður til børnini.
Kl. 13.00 Brot úr sangleikinum Junglubókini, børn frá 5 ár og eldri. Ókeypis atgongumerki fáast í avgreiðsluni frá 2. apríl.
Kl. 14.00 Brot úr sangleikinum Junglubókini, børn frá 5 ár og eldri. Ókeypis atgongumerki fáast í avgreiðsluni frá 2. apríl.

 

Á 1. hædd á Býarbókasavninum

Kl. 15.00 Vælkomin
Kl. 15.15 Framløga av minnisriti
Kl. 15.30 Avdúking av nýggjum samleika
Kl. 16.00 Speakers' Corner
Kl. 16.30 Tónleikur, kaffi og køka
Kl. 10-18 Ókeypis alfabet-plakat verður latin