Bøkur
Bøkur

Starvsfólk til Býarbókasavnið

Kort nyt
13.04.21
Søkt verður eftir einum starvsfólki til Býarbókasavnið at arbeiða hálva tíð (19,5 t.) at byrja skjótast til ber.

Høvuðsuppgávan er at arbeiða í avgreiðsluni, har tú skalt taka ímóti viðskiftafólki og veita teimum ymiskar tænastur. Eisini skalt tú hjálpa til við klárgering av bókasavnstilfari, einamest plasting av bókum og øðrum uppgávum. Avgreiðsluarbeiðið er skipað í vaktum gerandisdagar millum kl. 8 og 18. Harumframt verður eisini arbeitt ávísar leygar- og sunnudagar. Sum starvsfólk tekur tú eisini lut í øðrum skiftandi uppgávum á stovninum.

Førleikar

Starvið krevur onga formliga útbúgving, men tað er umráðandi, at tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/-ur, soleiðis at viðskiftafólk altíð kenna seg í góðum hondum. Eisini er umráðandi, at tú hevur gott handalag og hevur teldukunnleika á brúkarastøði.

Setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið í 2. lønarflokki.

Umsóknin

Umsóknin skal, saman við møguligum prógvum og viðmælum, sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 3. mai 2021 kl. 12. Merk umsóknina »Starvsfólk til Býarbókasavnið«.

Fyrispurningar um starvið kunnu setast Vónbjørt Vang, býarbókavørði, á vonbjortv@bbs.fo og Fridu Kunoy, avgreiðslusamskipara, á frida@bbs.fo, ella við at ringja 302030.

----------------

Býarbókasavnið er eitt bókasavn í hjartanum á Havnini og er størsta fólkabókasavn í landinum. Um árið koma áleið 100.000 vitjandi inn um dyrnar á Býarbókasavninum. Starvsfólkini eru í løtuni 13 í tali.