Søla av brúktum bókum
Søla av brúktum bókum

Søla av brúktum bókum 19.-25. oktober

Kort nyt
17.10.21
Vit selja brúkt bókasavnstilfar eftir hollendskari fyrimynd - prísurin lækkar hvønn dag

Ein neyðugur partur av uppgávunum á einum bókasavni er at viðlíkahalda savnið. Umframt at keypa inn er neyðugt at rudda út av og á. Í staðin fyri at burturbeina hesar frátiknu bøkurnar, bjóða vit borgarum at keypa tær fyri lítið og lætt.

Nú kanst tú gera kvettið

Manglar tær okkurt til hillarnar har heima? Ella eina gávu til ein vin? Bókasavnið stendur at bresta við góðum bókum, og fara vit tí enn einaferð at skipa fyri bókasølu. Kom inn á gólvið á bókasavninum frá týsdegnum 19. oktober til mánadagin 25. oktober í vanligu upplatingartíðini, har tú kanst keypa brúkt bókasavnstilfar sera bíliga. Hetta er ein sokallað hollendsk bókasøla, har prísurin lækkar hvønn dag:

Týsdag                  20 kr/stk
Mikudag               15 kr/stk
Hósdag                 10 kr/stk
Fríggjadag           5   kr/stk
Leygardag           fyll posan fyri 10 kr
Sunnudag            fyll posan fyri 10 kr
Mánadag             alt er ókeypis