Litprint
Litprint

Skalt tú prenta?

Kort nyt
15.05.20
Í løtuni er ikki loyvt at uppihalda sær á bókasavninum í longri tíð, tí er kopirúmið stongt.

Vit kunnu prenta A4-prent fyri teg. Send prentkláru fíluna til bbs@bbs.fo og viðmerk “Prent”. Viðmerk í teldupostinum, hvussu nógv eintøk, tú skalt hava, og um tey skulu vera svørt/hvít ella í litum. Sig okkum eisini, um tú ynskir prent á aðrari síðuni ella á báðum síðum (hetta valið ávirkar ikki samlaða kostnaðin).

Kostnaður
A4-prent í s/h:         1 kr fyri hvørja síðu
A4-prent í litum:     5 kr fyri hvørja síðu

Tú fært ein teldupost, tá prentið er klárt at heinta í avgreiðsluni, væntandi komandi gerandisdag.
Í teldupostinum stendur eisini, hvat prentið kostar. Prentið skal gjaldast, tá tað verður heintað.