Skál á Filmstriben
Skál á Filmstriben

Skál á Filmstriben

Kort nyt
14.09.21
Føroyski filmurin Skál er nú á Filmstriben.dk

Lánarar á Býarbókasavninum í Havn hava í eina tíð havt atgongd til danska grunnin Filmstriben.dk. Undir ávísum treytum ber til at læna filmar og síggja hesar heima á egnari teldu. Úrvalið er stórt við bæði donskum og altjóða filmum. Ein tann nýggjasti filmurin á Filmstriben er tann føroyski Skál, sum hevur fingið nógva og góða umtalu. Hevur tú ikki sæð Skál enn, so hevur tú nú møguleikan. 

Tað er ókeypis at síggja filmar á Filmstriben.dk, men tað er ein treyt, at tú hevur eitt lánaranummar t.d. frá Býarbókasavninum. Ert tú ikki longu skrásettur lánari, so kanst tú skráseta teg nú.

Vegleiðing til Filmstriben liggur á okkara heimasíðu her: Filmstriben | Býarbókasavnið (bbs.fo)