Longd lánitíð
Kort nyt
16.03.20
Um tú hevur lænt bókasavnstilfar, sum hevur innlatingarfreist, meðan Býarbókasavnið er stongt, kanst tú lata inn í vikuni eftir, at bókasavnið letur upp aftur
Bókasavnið er fyribils stongt í 2 vikur frá 16. mars.
Av tí at Býarbókasavnið er stongt fyribils, verður einki gjald roknað fyri ov seina innlating, um tú letur lænta bókasavnstilfarið inn í vikuni eftir, at Býarbókasavnið er latið upp aftur.