Filmar á dvd til láns á bókasavninum
Filmar á dvd til láns á bókasavninum

Læn filmar í 15 dagar

Kort nyt
27.01.22
Lánitíðin av dvd-filmum er nú longd frá 7 døgum til 15 dagar.

Á bókasavninum ber til at læna filmar á dvd heim við. Higartil hevur lánitíðin verið 7 dagar, men hon er nú broytt til 15 dagar. 

Vit hava eitt gott úrval av filmum, sum hava víst sítt virði við góðum ummælum. Vit hava lagt okkum eftir at hava filmar úr nógvum londum og bæði til børn og vaksin. Tú finnur filmarnar til vaksin á aðru hædd, har bókavørðurin situr, og barnafilmar eru á barnabókasavninum. 

Haraftrat skulu vit minna á, at bókasavnið hevur teknað hald á Filmstriben. Har er eitt stórt úrval av filmum, sum tú kanst stroyma á tína teldu ella telefon heima. Tað er ókeypis fyri teg, tí bókasavnið hevur longu goldið. Ger so væl!