Heystbókakafé 2022
Heystbókakafé 2022

Heystbókakafé 5. oktober

Kort nyt
28.09.22
Mikudagin 5. oktober kl. 16.30-17.30
Manglar tær íblástur til hvørja bók, tú skalt fara í holt við, nú heystið er komið?
Kom á bókakafé á Býarbókasavninum.
 
Á bókakafé geva bókavørðir á Býarbókasavninum lesiprei til heilt røttu bøkurnar til tín.
Bókasavnið bjóðar okkurt at leska seg við, og við tær heim fært tú eisini ein bókalista til íblástur.
 
Haraftrat kunnu vit minna á e-bókatænasturnar, sum bókasavnið tína vegna hevur hald uppá, soleiðis at tænasturnar eru ókeypis hjá tær at brúka. Góð hugskot um danskar bøkur kunnu t.d. finnast á www.laesekompas.dk, sum bókasavnið bjóðar atgongd til. Har er nógvur íblástur at fáa, og har ber eisini til at finna bøkur, sum líkjast onkrum, sum tú longu hevur lisið.

Hav í huga, at nógvar bøkur eisini kunnu hoyrast sum ljóðbók ella lesast sum e-bók. Tú kanst t.d. læna ljóð- og e-bøkur ókeypis umvegis bókasavnið á www.ereolen.dk.

Men fyrst síggjast vit til heystbókakafé tann 5. oktober.