Álvur Ákason
Álvur Ákason
samanteljing
samanteljing

Álvur Ákason vann á Býarbókasavninum

Kort nyt
09.12.22
Álvur Ákason, sum ætlar sær at arbeiða fyri, at øll børn skulu hava eitt kelidjór, vann við 47 atkvøðum.

Atkvøðuseðlarnir frá barnavalinum á Býarbókasavninum vóru upptaldir í dag, og tað vístu seg skjótt, at vallyftini hjá Álvi Ákasyni og Mamma Mu høvdu rakt væl.

Mamma Mu var tætt í hølinum á honum við 36 atkvøðum. Hon lovaði at arbeiða fyri, at svimjihallir skulu vera í øllum bygdum.

47       Álvur Ákason

36       Mamma Mu

25       Dunnuungin Pu

25       Lítla Skrímsl og Stóra Skrímsl

18       Lítli Froskur

16       Mosalisa

11       Langa Lina Langomma

5          Alda

6          ógildigar

Í alt 189 atkvøður

Nú verður spennandi, um Álvur Ákason eisini stendur sum vinnarin, tá allar atkvøðurnar kring landið eru upptaldar.

Skúlar, barnagarðar og bókasøvn, sum hava luttikið í barnavalinum, eru vælkomin at senda teirra valúrslit til okkum, so vit kunnu gera eina samanteljing og síggja, um tað broytir nakað í tí endiliga úrslitinum.

 

Materials