Orðingar 1990-1999

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs. Orðingar 1990-1999

1999

Eli Smith
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1999 verður latin Eli Smith.
Eli Smith hevur lagt til rættis og prýtt eina hendinga snøgga sang-, sálma- og vísubók.
Henda samanrenning av okkara vøkru kvøldsálmum og -sangum er meistarliga væl greidd úr hondum. At eitt úrvæl av sangum av sama slag úr útheimi er tikið við, er forkunnugt.
Hentu upplýsingarnar um yrkjarar, týðarar og tónasmiðir gera bókina forvitnisliga.
Bókin er greið, og við yndisligum tekningum ber hon heitið hátt, og fer Sov blítt og søtt at vera savn fyri børn, ið lýsir yvir garð.
Eli Smith hevur við hesi útgávu lagt eitt týðandi klípi aftrat bókavarða okkara.

 
1998

Lydia Didriksen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1998 verður latin Lydiu Didriksen.
Lydia Didriksen hevur í bókum sínum tikið fram áleikandi spurningar og tvørleikar hjá børnum, ið hava ilt við at fóta sær í skiftandi umhvørvi. Í framseting sínari á góðum máli hevur hon við hepnari hond tengt spenning og loysnir inn í søgugongdina.

Knút Olsen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1998 verður latin tónlistamanninum Knút Olsen.
Knút Olsen hevur í verki sýnt gott oyra og listarligt snildi at gera løg til føroyskar barnarímur og yrkingar. Løgini rigga væl til tekstin og fáa fram sangfýsni barnanna.
Nevndin hevur somuleiðis havt í huga fjølbroytni listamansins at umseta klassiskar barnabókmentir.
 

1997

Gríma
Sjónleikarabólkurin Gríma fær heiðurslønina 1997
fyri barnaleikir seinastu tjúgu árini. Hóast umstøðurnar ikki altíð hava verið góðar, hevur Gríma uttan íhald spælt fjølbroyttar barnaleikir, bæði upprunaligar og týddar, ið hava heft seg í medvitið hjá áskoðaranum.
Sjónligt er, at dentur hevur verðið lagdur á ta leiklistarligu pallmyndina. Nevndin metir Grímu at hava fingið gott samspæl í lag við børnini. Á leiklistarliga økinum virðismetir nevndin hug teirra og hegni at veita áhugaleikarum kring landið eina hjálpandi hond.

1996

Rakel Helmsdal
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1996 verður latin Rakel Helmsdal fyri bókina Tey kalla meg bara Hugo. Á løttum, livandi máli gongur Rakel Helmsdal undan inn í ein spennandi og skuggakendan hugaheim, har happing myndar gerandisdagin. Rakel er før fyri at vísa á gongdar leiðir, tá klandursmál eru um at gera enda á virðing og vinalagi. Umhvørvi, menniskju og tilburðir verða lýst á ein slíkan hátt, at børnini kenna seg aftur og taka søguna til sín.

Amy Tausen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1996 verður latin Amy Tausen fyri bíbliusøgutýðingar. Amy Tausen hevur á góðum føroyskum máli veitt okkara børnum nakrar livandi og hugtakandi frásagnir, sum stórur tørvur hevur verið á. Hesar hegnisligu týðingar eru komnar væl við og hava dugnað tí einstaka barninum, heimi og skúla. Týðarin gevur til kennar alsk og tokka til tann aldursbólk, hon vendir sær til
 

1995

Edward Fuglø
Nevndin fyri Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs hevur gjørt av at lata heiðurslønina fyri 1995 til listamannin Edward Fuglø. Edward Fuglø er tikin úr leikum á mynda- og leiklistaøkinum og hevur hegnisliga gjørt vart við seg seinastu árini. Nevndin metir myndabókina Bókstavirnir í málbúna Sigurð Joensens og við myndum Edwards merkisverda og av slíkum slagi, at hon altíð fer at vera ein ásýniligur varði í barnabókmentum okkara.
 

1994

Ella Smith Clementsen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1994 verður latin Ellu Smith Clementsen. Ella Smith Clementsen fær heiðurslønina fyri at hava skrivað, týtt og yrkt til børn. Ella er fjølbroytt listafólk, sum í sangi, leiki og týðingum hevur sýnt fjølbroyttar gávur.

Niels Jákup Thomsen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1994 verður latin Niels Jákup Thomsen. Sum ábyrgdarstjóri á Barnablaðnum hevur Niels Jákup Thomsen í fleiri ár staðið fyri einum forvitnisligum, fjølbroyttum og dygdargóðum blaði og hevur hann dugað væl at fylgt tíðini.
 

1993

Jóhannus á Rógvu Joensen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1993 verður latin Jóhannus á Rógvu Joensen. Jóhannus á Rógvu Joensen hevur sýnt serstaka gott hegni og hug at gera løg til føroyskar barnarímur og -yrkingar. Við beinrakni og nýskapandi tónagerð hava føroysk børn av sonnum tikið løg hansara til sín.

Dansifelagið í Havn v/ Sonju Danielsen og Tórhild Justinussen.
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1993
Dansifelagið í Havn v/ Sonju Danielsen og Tórhild Justinussen.
Í samfull tíggju ár hava tær báðar uttan íhald borið undir barnadansin í høvuðsstaðnum og í verki sýnt týdningin av at varðveita og menna mentunararv okkara.

 
1992 Eingin

1991
 
Bjørg Matras Jensen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1991
Bjørg Matras Jensen fær heiðurslønina 1991 fyri dygdargóða umseting av nógv lisnum barnabókum í londunum uttan um okkum. Bjørg er vandin, bæði tá ið hon velur bókina at umseta, og tá ið hon gevur søgunum sín føroyska búna. Bæði í dygd og í nøgd sæst arbeiðið hjá Bjørg aftur á barnamentunarpalli okkara.

Heini Hestoy
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1991
Heini Hestoy fær heiðurslønina 1991 fyri bókina Regin og Sára. Heini hevur við hesi bókini víst, at hann er ein barnabókarithøvundur í menning. Bókin er viðkomandi, ikki bert tí, at pennurin er lættur, men fyrst av øllum tí, at Heini tekur upp eitt evni, sum vit vanliga ikki taka upp við føroyskum børnum á føroyskum. Hetta ger Heini uttan háva og uttan kávalótir. Regin og Sára tykjast verulig og sonn og kundu verið ungdómar í Føroyum nú á døgum.
 

1990

Olivur við Neyst
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1990 verður latin Olivuri við Neyst. Olivur við Neyst hevur í arbeiði sínum víst serstaka gott hegni og hugflog at gera myndir til barna- og ungdómsbøkur. Hesar gávur hevur hann givið sær stundir at nøra um og menna, og tað sæst aftur í myndum hansara í bókum til børn seinastu árini.

Elin Mortensen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1990 verður latin Elini Mortensen. Elin Mortensen fær heiðurslønina fyri bókina Barn undir krígnum og fyri arbeiði sítt at skriva til børn yvirhøvur. Barn undir krígnum lýsir lívið í Føroyum undir seinna heimsbardaga, og hvussu tað var at vera barn í hesum ótryggu tíðum.