Stuttfilmar til tey yngstu

Børnebiffen

Á Børnebiffen.dk eru eini 400 dygdargóðir stuttfilmar til tey yngstu. Stroyma beinleiðis til teldu ella sjónvarp. Onki hámark.

Stórt úrval – trygt og lætt at brúka

Børnebiffen.dk boðar frá í desember 2021, at øll, sum hava atgongd til Filmstriben, nú eisini hava ókeypis atgongd til teirra filmsportal við filmum serliga til tey yngstu børnini. 

Skriva børnebiffen.dk í teigin og rita inn við tínum lánaraupplýsingum (kortnummari og loyniorði).

Á Børnebiffen.dk eru næstan 400 filmar. Filmarnir her eru allir góðskufilmar við hugtakandi myndum og søgum, sum kunnu geva teimum smæstu íblástur og stimbra teirra hugflog. Foreldur kunnu trygt lata børnini sjálvi klikkja runt á síðuni, ella velja at brúka tíð saman í hesum ævintýrliga heimi. Allir filmirnir eru útvaldir við tí í huga, at teir eru í eygnahædd við børnini og hóskandi til smábørn. Filmarnir hava ofta eina áhugaverda, undranarverda ella óvæntaða vending, sum gevur børnum okkurt at hugsa um ella at tosa við síni nærmastu um. Tað er ongin avmarking, hvussu nógvar filmar ein kann síggja.

Filmarnir eru á høgum listarligum støði og eru m.a. úr Danmark, Týsklandi, Svøríki, Slovakia, Fraklandi, Spania, Australia og Suðurkorea. Tað er Det Danske Filminstitut, sum í gjøgnum fleiri ár hevur savnað hesar filmarnar, og bjóðar nú hetta tilboðið fram saman við DBC Digital.

Býarbókasavnið vónar, at okkara lánarar taka væl ímóti hesum tilboði.

Tags