Læn frá Býarbókasavninum

Fyri at læna á Býarbókasavninum mást tú hava lánarakort og loynital.

Útlánið fyri vaksin

Bókasavnið hevur flestallar føroyskar bøkur og eitt stórt úrval av útlendskum føgrum bókmentum og yrkisbókmentum. Haraftrat eru allar føroyskar ljóðbøkur og eitt úrval av donskum, og eitt prentað yvirlit fæst á bókasavninum.
Dvd-filmar eru eisini til láns.

Barnabókasavnið

Á barnabókasavninum eru bøkurnar býttar upp til ymiskar aldursbólkar.
Barnabókasavnið hevur flestallar føroyskar barnabøkur og eitt stórt úrval av donskum barnabókum.
Útlán er eisini av dvd-filmum og ljóðbókum.
 

Fjarlán

Vilt tú læna eina bók ella grein, sum bókasavnið ikki eigur, kunnu vit royna at útvega tilfarið frá einum øðrum bókasavni.

Býrt tú ikki í Føroyum

Fólk, sum búgva í einum øðrum norðurlandi, kunnu læna umvegis bókasavnið, har tey búgva. Fólk, sum vitja í Føroyum, kunnu læna við serligum treytum.