Søla av brúktum bókasavnstilfari
Nú kanst tú gera kvettið - hvussu leingi torir tú at bíða?
Heystsølan av kasseraðum bókasavnstilfari byrjar hósdagin 8. oktober.
Í døgunum 8.-14. oktober selja vit brúktar bøkur, tíðarrit, tónleik og annað tilfar eftir hollendskari fyrimynd - prísurin lækkar hvønn dag.
Hvussu leingi torir tú at bíða?
Hósdag er prísurin 20 krónur
Fríggjadag 15 krónur
Leygardag 10 krónur
Sunnudag 5 krónur
Mánadag og týsdag 10 krónur fyri ein fullan posa
Mikudag er alt ókeypis