Livandi bøkur, samrøðutiltak
Livandi bøkur, samrøðutiltak

Information about the event

Time
17:00 - 21:00
Price
Free
Target

Livandi bøkur, samrøðutiltak, 26. nov. kl. 17-21

Kom inn á bókasavnið til eitt hugnaligt og upplýsandi kaféprát.

Visti tú, at fólk frá meira enn 110 ymiskum tjóðum búgva í Føroyum?

Og at næstan 4 % av føroyingum í dag koma úr londum uttan fyri Norðurlond?

Nú hevur tú møguleikan at hitta nøkur av hesum áhugaverdu fólkunum. Kom inn í kaféina á bókasavninum og læn eina ´livandi bók´, og fá eitt prát og innlit í ymiskar lívssøgur, lond og mentanir.

Tað er ókeypis at læna livandi bøkur. Tær kunnu einans ´lesast´ á staðnum og í avmarkaða tíð.

Spyr t.d. hvussu tað er at flyta til Føroyar? Kennir tú teg vælkomnan? Hvat kundi tú hugsað tær, at vit føroyingar gjørdu øðrvísi fyri at taka væl ímóti tilflytarum?

Tiltakið er eitt samstarv millum integratiónsøkið hjá Tórshavnar kommunu og Býarbókasavnið í Havn.

Verið vælkomin!

 

Fakta:
Við ársbyrjan í 2021 vóru 2102 persónar búsitandi í Føroyum, ið komu úr londum uttan fyri Norðurlond. Hesi umboða heilar 107 ymiskar tjóðir og eru av samlaða fólkatalinum í Føroyum 3,97 %. Filipsoyggjar, Rumenia, Pólland, Thailand, Litava og Serbia eru tey seks londini, ið eru best umboðaði í Føroyum. 

Kelda: utlendingastovan.fo