Sára Mrdalo, bindiskeið
Sára Mrdalo, bindiskeið

Information about the event

Time
19:00 - 21:30
Price
Free
Target

Bindiskeið

Eitt nýtt bindiskeið við Sáru Mrdalo frá Navia

Eftir tvey sera væl umtókt bindiskeið í februar í ár, hava vit bjóðað Sáru á vitjan aftur at halda bindiskeið.

Innihaldið hesuferð verður øðrvísi enn seinast. Vit fara at binda hol- og strukturmynstur. Eisini fara vit at læsa av við nál og binda raglan.

At hava við:

  • stokkar uml. nr. 4
  • hóskandi tógv, minst tveir ymiskar ljósar litir
  • stoppinál og saks

Skeiðið er ókeypis, men tilmelding er neyðug. 
Tú kanst boða frá luttøku í avgreiðsluni við at koma inn á gólvið, ringja 302030 ella senda teldupost á bbs@bbs.fo. (G.G.: Hesuferð er ongin tilmelding á Facebook.)

Skeiðið er fullteknað tá 35 luttakarar eru tilmeldaðir.