Pengar, sum vaksa
Pengar, sum vaksa

Information about the event

Time
18:30 - 20:30
Price
Free
Target

Sambinding á Býarbókasavninum

Sambinding verður aftur á Býarbókasavninum 29. januar

Á skránni hesuferð er framløga um pensjónsviðurskifti fyri fólk, sum eru flutt til landið. Tað er Jan Otto S. Holm, ráðgevi og búskaparfrøðingur, sum hevur framløguna.

Eisini ber til at læra føroyskt, tí vit hava ókeypis undirvísing í føroyskum fyri nýbyrjarar. Málskeiðið byrjar klokkan 19.00, og sjálvt tiltakið klokkan 19.30.

Endamálið við Sambinding er at geva føroyingum - bæði innføddum og teimum, sum eru flutt til landið - møguleika at hittast, práta og hugna sær.

Tiltakið er ókeypis og alment, og øll eru hjartaliga vælkomin. Tað er Reyði Krossur, sum skipar fyri tiltakinum.

Fylg eisini við á facebooksíðuni Sambinding Tórshavn.